Leygardagin 6. august kl. 14 verður áhugaverd ráðstevna um tinnitus í Spaniastovu í Klaksvík. Ráðstevnan hevur fingið heitið ‘Ansa eftir hoyrnini - hon skal halda alt lívið’, og hon verður hildin í sambandi við ársins Summarfestival í Klaksvík.
Ein altjóða kanning vísir, at fjórði hvør ungur persónur hevur ein hoyriskaða orsakað av hørðum tónleiki. Hetta kann hava álvarsligar trupulleikar við sær fyri tann einstaka. Altjóða heilsustovnurin WHO metir, at fleiri enn 1 mia. ung um allan heim eru í vanda fyri at fáa hoyriskaða orsakað av skeivari nýtslu av hørðum tónleiki.
Ráðstevnan er ókeypis, og øll eru vælkomin.