Nú boðað verður frá vindi, heita vit á øll um at beina burtur alt, sum liggur leyst uttanfyri og kann elva til skaða. Okkara royndir vísa, at tað ofta er byggitilfar, trampolinir og annað, sum tekur nógvan vind á seg, sum ger størstan skaða. Við at beina burtur ella tryggja alt tað leysa, kanst tú vera við til at fyribyrja skaða.