Vegleiðing til Arbeiðsskaðatrygd

Vegleiðing til Arbeiðsskaðatrygd
Váðauppgerðin fyri Arbeiðsskaðatrygd kann útfyllast beinleiðis á Kundaportalinum.

​Soleiðis gert tú

  • Trýst her og rita inn í Kundaportalin 

  • Skriva kundanummar og loyniorð í teigarnar og trýst síðani á knøttin "Rita inn". Tú finnur loyniorð og kundanummar ovast høgrumegin í brævinum, sum vit hava sent tær um váðauppgerðina fyri arbeiðsskaðatrygd.

  • Trýst á tryggingarskjalsnummarið, sum hoyrir til Arbeiðsskaðatrygd (talið byrjar við 45).

  • Ovast høgrumegin undir "Valmøguleikar" er knøtturin "Opna fráboðan". Tá ið tú trýstir á knøttin, kemur tú beinleiðis til váðauppgerðina, og klárt er at fylla teigarnar út.

  • Tá tú hevur fylt váðauppgerðina út, skalt tú trýsta á send. Síðani fært tú eina kvittan fyri, at vit hava fingið váðauppgerðina.

  • Vegleiðing til Kundaportalin kann takast niður her.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 35 81 00 ella trygd@trygd.fo.

Kundaportalurin

Á Kundaportalinum fært tú yvirlit yvir allar tínar tryggingar, áður meldaðar skaðar og øll tryggingargjøld.