Trygd søkir eftir næmingum

Kundi tú hugsað tær eina avbjóðandi og fjølbroytta útbúgving innan tryggingarheimin? Vit søkja eftir dugnaligum og ágrýtnum næmingum at byrja eftir summarfrítíðina.

Sum næmingur hjá okkum leggja vit stóran dent á tína útbúgving, og at tú mennist innan øll virkisøkir í okkara fyritøku. Vit bjóða tær eitt læruríkt umhvørvi og eitt mennandi lærupláss.

Útbúgvingin tekur tvey ár og gevur góðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á.

Í næmingatíðini fært tú bæði ábyrgd og ávirkan, og tú fert at hava samband við nógv ymisk fólk – bæði kundar og starvsfólk í samtakinum.

Lærutíðin byrjar 1. september 2023. Tó hevur tú møguleika at byrja sum avloysari frá 1. juni fram til lærutíðin byrjar, um hetta hevur áhuga.


Freistin at søkja er 28. februar 2023.