Biltrygd er ein einføld trygging, sum ger tað lætt hjá tær at velja, hvussu tín bilur skal tryggjast.
Ábyrgdartryggingin er lógarkravd, so hana skulu øll, ið eiga bil, hava.
Innbústrygd tryggjar títt innbúgv, til dømis møblar, klæðir, list, amboð, útgerð og tað, sum tú annars hevur í tínum bústaði. Tryggingin tekur eisini við, um tú og tíni gera skaða á lutir hjá øðrum.
Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, ið veitir tær hjálp, um tú fært skaða av einum vanlukkutilburði. Tryggingin fevnir bæði um likamlig og sálarlig mein.
Heimið er tryggi karmurin um lívið hjá tær og familjuni, tí er tað umráðandi at hava røttu tryggingina.
Tú kanst vera óheppin og koma út fyri, at húsini fáa skaða, og tá er hent at hava eina sethúsatrygging.