Fyrra hálvár hilnaðist væl

Trygd kunnger í dag roknskapin fyri fyrra hálvár, sum í høvuðsheitum hevur verið merkt av góðari gongd á flestøllum mótum. Úrslitið eftir skatt gjørdist 15,9 mió. kr.

Góða gongdin frá undanfarna ári er hildin fram í 2026, og úrslitið er serliga merkt av góðum íløguvirksemi og eini skynsamari skaðagongd. Samlaða talið á skaðum var lægri enn sama tíðarskeið í fjør, og eingin heilt stórur skaði varð fráboðaður.

”Vit fegnast um góðu gongdina. Okkara virksemi er støðugt vaksandi, og roknskapartølini bera boð um, at fyritøkan gerst alsamt meira effektiv. Vit hava dugnalig starvsfólk, nøgdar kundar, og so gleðast vit eisini um, at kundarnir ikki hava verið raktir av eins nógvum skaðum og undanfarin ár”, sigur Anna Mohr Holm, stjóri.

Samanbera vit úrslitið við sama tíðarskeið í fjør, so er hálvársúrslitið í ár heldur lakari orsakað av eini broyting í avsetingum á arbeiðsskaðaøkinum.

Útlitini fyri restina av árinum

Hyggja vit eftir restina av árinum, so væntar leiðslan eina støðuga framgongd í tryggingarvirkseminum restina av árinum. Tó so er altíð ein óvissa knýtt at skaðagongdini í einum tryggingarfelag – stórir skaða henda javnan, og vandin fyri illveðursskaðum er størstur um heystið og veturin.

Við atliti at góða úrslitinum í fyrra hálvári væntar leiðslan, at ársúrslitið fer at liggja millum 30 og 35 mió. kr. áðrenn skatt.

Roknskapurin í stuttum

  • Hálvársúrslitið eftir skatt gjørdist 15,9 mió. kr. samanborið við 18,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

  • Tryggingartekniska úrslitið gjørdist 14,5 mió. kr. samanborið við 22,4 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

  • Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum vóru 120,6 mió. kr. samanborið við 115,2 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

  • Skaðaendurgjøldini vóru tilsamans 57,7 mió. kr. samanborið við 46,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Nærri upplýsingar

Anna Mohr Holm, stjóri: 55 81 00 / amh@trygd.fo