Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, ið veitir tær hjálp, um tú fært skaða av einum vanlukkutilburði. Tryggingin fevnir bæði um likamlig og sálarlig mein.

Vanlukkutrygd

Tryggingin fevnir um

  • Vanlukku
  • Sálarliga kreppuhjálp
  • Brillur/hoyritól
  • Útgjald við avlamni á 5% ella meira
  • Útgjald við deyða
  • Tannskaða
  • Ískoytisendurgjald um tú verður avlamin við meira enn 30%

Ofta settir spurningar

Hvat merkir avlamni á 5% ella meira?
Tað merkir, at tú hevur fingið størri ella minni varandi mein av vanlukkuni.

Nøkur dømi:
Tú missur ytsta liðin á fingrinum í einari vanlukku = 5% avlamni. 
Tú dettur á súkklu og fært ikki boygt knæðið meira enn 90% stig aftaná = 10% avlamni.

Avlamni vísir seg ofta ikki, fyrr enn ein tíð er fráliðin. Avlamni verður ásett út frá sjúkradagbók, kanningarúrslitum o.s.fr.
Hvussu høga upphædd skal eg tryggja meg fyri?
Vit viðmæla, at tú tryggjar teg fyri í minsta lagi 1. mió kr. Tað merkir, at ein skaði, sum elvir til 10% avlamni, gevur tær 100.000 kr. í endurgjaldi.

Pengarnir eru ein góð hjálp til at koma víðari í lívinum og møguliga gera onkrar neyðugar broytingar eftir skaðan. Tað kann vera at skifta bústað, keypa nýggjan bil ella keypa onkra útgerð.
Fevnir Vanlukkutrygd um viðgerðarútreiðslur?
Vanlukkutryd fevnir um viðgerð hjá t.d. kiropraktori og fysioterapeuti, tá orsøkin til viðgerðina eru fylgir av einum skaða. 
Hvat er skundendurgjald?

Um tú hevur teknað ískoytisfulnaðin “Skundendurgjald”, fært tú beinanvegin útgoldið eitt endurgjald á 10.000 kr., um tú fært beinbrot, slítur krossband ella hælsinu, ella fært meniskskaða.

Skundendurgjaldið verður lagt aftrat møguligum endurgjaldi fyri varandi mein.

Fevnir Vanlukkutrygd um tyggiskaðar?

Nei, men um tú víðkar vanlukkutryggingina við “Tyggiskaða”, fært tú endurgjald upp til 10.000 kr. til tannlæknaviðgerð, um tú brýtur eina tonn ella eina tannprotesu av at tyggja.

Tú hevur rætt til endurgjald fyri ein tyggiskaða um árið, og tú fært endurgoldið upp til 10.000 kr. fyri tannlæknaviðgerð í sambandi við skaðan.

Skundendurgjald

Afturat Vanlukkutrygd ber til at leggja skundendurgjald. Við skundendurgjaldi fært tú beinanvegin endurgjald á 10.000 kr., um tú t.d. brýtur eitt bein ella slítur krossbandið.

Vanliga vanlukkutryggingin tekur eisini við, um tú fært varandi mein av skaðum, men tað tekur ofta langa tíð, áðrenn varandi mein kann verða staðfest. Skundendurgjaldið kann sostatt veita tær linna í bíðitíðini, og skundendurgjaldið verður heldur ikki drigið frá møguliga endurgjaldinum fyri varandi mein.

Tyggiskaði

Vanliga vanlukkutryggingin fevnir ikki um tyggiskaða, men til ber at víðka tryggingina til eisini at fevna um tyggiskaðar. Um tú víðkar tryggingina, fært tú endurgjald upp til 10.000 kr. til tannlæknaviðgerð, um tú t.d. brýtur eina tonn ella eina tannprotesu av at tyggja.

Tað við smáum

Aðrar viðkomandi tryggingar

Barnavanlukkutrygd

Barnavanlukku­trygd

Hevur tú børn, er tað skilagott at tekna eina Barnavanlukkutrygd.

Viðgerðartrygd

Viðgerðartrygd

Tryggjar tær skjóta og góða viðgerð, um tú gerst sjúk/ur ella fært skaða.

Ársferðatrygd

Ferðatrygd

Tryggja teg móti ymiskum óvæntaðum tilburðum, ið kunnu tarna ella oyðileggja tær ferðina.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkum

35 81 00

Send teldubræv