Metgott úrslit í 2025
2025 hilnaðist sera væl, og árið var serliga merkt av lutfalsliga fáum skaðum og øktum tryggingarinntøkum. Úrslitið eftir skatt var 42 mió. kr., sum er tað besta í søguni hjá felagnum.
“Í 2025 fingu vit lutfalsliga fáar skaðafráboðanir frá okkara kundum, og tað gleðast vit um, tí vit vita, hvussu óheppið tað kennist fyri tann einstaka at verða raktur av skaða – eisini hóast tryggingin dekkar. Eingin stór skaðaódn var í árinum, og tað hevði eina góða ávirkan á talið av skaðafráboðanum og á samlaðu skaðaútreiðslurnar. Ársúrslitið er søguliga gott, og tað eru vit sjálvandi sera væl nøgd við,” sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.
Gongdin í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í virkseminum hjá Trygd. Bíðitíðin eftir umvælarum kann vera long, og skaðarnir eru vorðnir nakað dýrari at umvæla.
92% fingu endurgjald
Hóast árið ikki var merkt av nógvum stormskaðum, boðaðu kundar kring alt landið framvegis frá skaðum av ymiskum slagi. Av øllum skaðum, ið vórðu fráboðaðir í 2025, fingu 92% endurgjald.
“Tað skal vera lætt at vera kundi í Trygd, og tí hava allir kundar hjá okkum ein persónligan tryggingarráðgeva, sum teir kunnu venda sær til. Tað skal eisini vera einfalt at fáa endurgjald fyri dekkaðar skaðar. Tí leggja vit nógva orku í at finna loysnir, sum eru góðar fyri kundan, tá ið ein skaði er fráboðaður,” sigur Anna Mohr Holm.
Trygd ger árligar nøgdsemiskanningar, og nýggjasta kanningin vísir, at kundarnir eru væl nøgdir við tænastuna og ráðgevingina. Í løtuni verður arbeitt við at menna nýggjar loysnir, ið skulu lætta enn meiri um hjá bæði kundum og starvsfólkum.
Umráðandi at dagføra sínar tryggingar
Tá ið lívið broytist, broytist tørvurin á tryggingum eisini. Tí hevur tað stóran týdning, at kundar venda sær til sín tryggingarráðgeva, t.d. tá ið børn verða fødd, hundur kemur í húsið, bátur verður keyptur, húsini skulu umvælast og ferðavanarnir broytast, tí hetta ávirkar alt tryggingartørvin. Og tað er avgerandi fyri ta einstøku familjuna, at tryggingarnar eru dagførdar, um skaðin hendir, tí tað hevur beinleiðis ávirkan á møguleikan fyri endurgjaldi.
Leiðslan metir útlitini fyri 2026 vera góð, tó at skaðarnir kunnu væntast at liggja á einum meiri vanligum støði enn í 2025.
Roknskapurin í stuttum
- Avlop eftir skatt: 42 mió. kr.
- Tryggingartekniskt úrslit: 46 mió. kr.
- Tryggingarinntøkur: 184 mió. kr.
- Skaðaendurgjøld: 91 mió. kr.
Meira at vita
Anna Mohr Holm, stjóri, tel: 558100
