Ferðatrygd

Ferðatrygd
Vit hava røttu ferðatryggingina til tín, annaðhvørt tú ferðast sjáldan ella javnan. Vel millum Ársferðatrygd, Stakferðatrygd og Avboðstrygd. 

Vit bjóða tryggingar, sum tryggja teg, áðrenn ferðin byrjar, og meðan tú ferðast. Ivast tú í, hvør trygging er tann rætta til tín, ert tú altíð vælkomin at spyrja okkum - so hjálpa vit tær at finna røttu loysnina. 

3 fyrimunir

  • Ferðast upp í 60 dagar

  • Eingin eyka transfertíð

  • Avboðstrygd er altíð við

 

Fá ferðakortið á telefonina

Tá tú teknar ferðatrygd, kanst tú fáa ferðatryggingarkortið á telefonina, og tí er ikki longur neyðugt at hava fysiskt kort við á ferðini.

Soleiðis gert tú:

  • Boða okkum frá, at tú vilt hava ferðakortið á telefonina á trygd@trygd.fo, so senda vit tær eitt leinki

  • Trýst á leinkið, sum tú hevur fingið sendandi og trýst síðani á ”Tilføj” ovast til høgru. Kortið liggur nú í Wallet/Passes appini á telefonini

  • Kontaktupplýsingar hjá Trygd Emergency Centre finnur tú við at trýsta á kortið, sum liggur í Wallet/Passes appini á telefonini og við at trýsta á lodrøttu prikkarnar ovast til høgru.

Ársferðatrygd - alt í einum

Við Ársferðatrygd fært tú ferðatrygging og avboðstrygging í einum og sama pakka. Tú sleppur undan at hugsa um tryggingina, hvørja ferð tú skalt uttanlands, tí tryggingin er altíð galdandi. Ferðastøðini eru býtt í tveir meginbólkar - tú kanst velja millum Evropa og allan heimin.

Ársferðatrygd fevnir um alt húskið og er galdandi fyri allar privatar frítíðarferðir, eisini lestrarferðir og lestrarørindi, upp í 60 dagar. Avboðstrygd er altíð ein partur av Ársferðatrygd, og vit krevja ikki eyka transfertíð (t.e. bíðitíð á flogvøllinum, sum tú steðgar á), um tú skalt ferðast víðari út í heim.

Stakferðatrygd - tá ið tú ferðast sjáldan 

Ferðast tú ikki so ofta, kann Stakferðatrygd vera rætta tryggingin til tín. Tú kanst velja at tryggja teg á ferð í Norðurlondum og Stórabretlandi, Evropa ella í øllum heiminum. Kostnaðurin fyri Stakferðatrygd veldst um, hvagar leiðin gongur, hvussu nógv fólk skulu avstað, og hvussu leingi tú skalt vera uttanlands. 

Trygd Emergency Centre

Hevur tú brúk fyri tínari ferðatrygging, so kanst tú ringja til Trygd Emergency Centre, óansæð hvar í verðini tú ert. Telefonin svarar 24 tímar um døgnið, 365 dagar um árið. 

Telefon (+45) 44 25 81 00

Fax (+45) 33 15 60 61

Góð ráð til ferðina

Fá góð ráð um eitt nú gjaldoyra, gjaldskort og drykkjupening í sambandi við uttanlandsferðina á heimasíðuni hjá BankNordik

 

Viðkomandi skjøl

  • Tak niður faldara um Ferðatrygd her
  • Tak niður treytir fyri Ársferðatrygd her
  • Tak niður skjal um Landafrøðilig økið til Ársferðatrygd her
  • Tak niður skjal um medisinska undanmeting (forhåndsgodkendelse) her
  • Tak niður treytir fyri Stakferðatrygd her
  • Fá eitt óbindandi tilboð
Feilur í veðurdata