Sethúsatrygd

Sethúsatrygd
Heimið er tryggi karmurin um lívið hjá tær og tínari familju. Tí er tað umráðandi at hava røttu tryggingina.

Eins og øll onnur kanst tú vera óheppin og koma út fyri, at ognir hjá tær, so sum títt heim, fær skaða.  Í slíkum førum kemur nývirðistryggingin Sethúsatrygd sera væl við. 

Endurgjald

Verður m.a. veitt fyri skaða av stormi-, bruna- og vatni. Umframt at veita endurgjald fyri sethúsini, veitir Sethúsatrygd eisini fulnað, um tørvur er á kreppuhjálp í sambandi við álvarsaman skaða á sethúsini, eitt nú av bruna ella tílíkum. 

Umframt at fevna um sjálvan bygningin, so umfatar tryggingin eisini harðar hvítvørur, antennur, parabolar, flaggstengur og skaða av leka í tryggjaðum, fjaldum rørum/kaðalum/veitingarleiðum.      

Vanligt viðlíkahald

Tað er umráðandi, at húsini verða hildin við líka, og at neyðugar ábøtur verða gjørdar. Meginreglan er, at goldið verður fult endurgjald fyri lutir, um teirra virði ikki er minkað meira enn 30%. Aftaná hetta kann ein niðurskriving verða gjørd. Sethúsatrygd fevnir ikki um títt innbúgv. Innbúgvstryggingin hjá Trygd eitur Familjutrygd.

Teknar tú trygging hjá Trygd, avgreiða vit, at núverandi trygging verður uppsøgd.

Viðkomandi skjøl

Feilur í veðurdata