Trygd og Menningarsambandið fyri kurvabólt hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har Trygd verður høvuðsstuðul hjá føroyskum kurvabólti. Trygd verður, sostatt við til at tryggja framhaldandi menningina, sum føroyskur kurvabóltur hevur havt seinastu tíðina, og verður ein sjónligur partur av okkara landsliði, sum hevur spennandi avbjóðingar fyri framman. Kurvabóltsmanslandsliðið skal nevnliga við til Oyggjaleikirnar í Gotlandi í summar.
Trygd kappingin
Sum ein partur av avtaluni fer føroyska kurvabóltskappingini at eita Trygd kappingin. Kurvabóltsfinalan 2017 verður spæld í Hoyvíkshøllini leygardagin 20. mai. Kvinnufinalan verður kl. 13.15 og mansfinalan kl. 15.
Magnus Jakobsen, nevndarlimur í Menningarsambandinum fyri kurvabólt, fegnast um, at føroyskur kurvabóltur við hesum fær ein stinnan viðspælara. "Virðir Trygds – dugnasemi, eldhugi og framsøkni, eru virðir, vit somuleiðis ynskja at umboða í okkara virksemi, soleiðis at okkara leikarar kunnu fullnýta síni evnir og møguleikar til fulnar," sigur Magnus Jakobsen.
Janus Thomsen, stjóri í Trygd, er fegin um nýggja samstarvið. “Føroyskur kurvabóltur hevur ment seg nógv seinastu árini og verður tað sera spennandi at fylgja teimum. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla framhaldandi menningini av ítróttargreinini. Sum høvuðsstuðul kunnu vit virka fyri at veita føroyskum kurvabólti enn betri umstøður til at skapa góð úrslit og góðar upplivingar fyri bæði áskoðarar og íðkarar,” sigur Janus Thomsen.