Trygd - grein

Starv í Trygd

Hjá okkum starvast áleið 25 fólk. Trygd er partur av Føroya Banka-samtakinum, og har starvast tilsamans 250 fólk í Føroyum og í Grønlandi.

Vit eru eitt fjølbroytt arbeiðspláss, ið fevnir um alt frá at ráðgeva privat- og vinnukundum til skaðaviðgerð. Okkara gerandisdagur er merktur av góðum samstarvi, samanhaldi og einum positivum arbeiðsumhvørvi.

Umsókn av tínum eintingum

Tú ert altíð vælkomin at senda okkum eina umsókn, hóast einki leyst starv er at søkja. Send eina umsókn og lívsrensl (CV) til hr@trygd.fo. Um hóskandi starvsmøguleikar stinga seg upp, seta vit okkum í samband við teg.