01.06.2017 Kaffiprát um Ferðatrygd 7. juni í Saltangará


Veitst tú, hvat tú skalt gera, um okkurt hendir, meðan tú ert uttanlands og ferðast? Hevur tú kannað, um tínar tryggingar eru í lagi, og um ferðatryggingin er galdandi í tí landi, sum tú skalt ferðast til?
 
Kom við til kaffiprát um Ferðatrygd í deildini hjá BankNordik í Saltangará mikukvøldið 7. juni kl. 19.30, har hesir og aðrir spurningar um Ferðatrygd verða svaraðir.

Eysturoyar Apotek luttekur og gevur góð ráð um m.a. sólverju og heilivág á ferðini.  
 
Tekna teg til tiltakið og ver við í lutakastinum um eitt gávubræv frá Atlantic Airways á kr. 2.000 og tríggjar vinningar á 500 kr. frá Eysturoyar Apoteki. Tað er ein treyt fyri at vera við í lutakastinum, at tú ert til staðar á tiltakinum. 
 
Øll, ið luttaka á tiltakinum, fáa ein gávuposa frá Eysturoyar Apoteki.
 
Tekna teg til tiltakið á heimasíðuni hjá BankNordik

 
Øll eru hjartaliga vælkomin!


   Kaffiprát um Ferðatrygd 7. juni í Saltangará Aftur