Tá ið elektrisk tól fáa skaða

Í Trygd leggja vit stóran dent á at veita okkara kundum eina góða og smidliga tænastu í sambandi við skaðaviðgerð. Niðanfyri sært tú, hvussu tú skalt bera teg at, tá ið tú hevur eitt elektriskt tól, ið hevur fingið skaða.

Telefonir, teldur, teldlar, printarar og skannarar

Vit samstarva við Nema um kanning av omanfyri nevndu el-tólum, og tí kanst tú venda tær beinleiðis til teirra við skadda lutinum. Soleiðis gert tú:

  • Set teg í samband við Nema, ið kannar lutin og síðani gevur okkum frágreiðing um skaða og umvælingarkostnað
  • Send keypskvittan fyri skadda lutin til skadi@trygd.fo
     

Hvítvørur og annað 

Er skaddi luturin ein hvítvøra ella annað elektriskt tól enn tey, ið kunnu latast inn til Nema, skalt tú gera soleiðis:

  • Lat tólið inn til kanningar hjá einum umvælara

  • Send keypskvittan fyri skadda lutin til skadi@trygd.fo

  • Um luturin ikki kann umvælast, skalt tú lata hann inn hjá okkum  

Tá ið vit hava fingið neyðugu upplýsingarnar, viðgera vit málið, og tú frættir síðani aftur frá okkum.
 

Burðardygg endurnýtsla og trygg burturbeining av el-tólum

Í Trygd leggja vit okkum eftir at velja burðardyggar loysnir í okkara virksemi. Tí samstarva vit við Nema um endurnýtslu og tryggja burturbeining av el-tólum. Tað vil siga, at tú sum kundi kanst lata títt el-tól, ið hevur fingið skaða, inn til kanningar hjá Nema. Um tólið ikki kann umvælast, verður tað antin endurnýtt ella burturbeint á ein tryggan hátt.

Hetta gagnar umhvørvinum og ger tað samstundis lættari hjá tær sum kunda, av tí at tú kanst fara beinleiðis til Nema við skadda tólinum og samstundis fáa upplýsing um tryggingarendurgjaldið frá okkum á staðnum.