• Trygd 7,3 mió. kr. í avlopi fyrra hálvár

    Trygd 7,3 mió. kr. í avlopi fyrra hálvár

    Fyrra hálvár hjá Trygd hilnaðist munandi betri enn sama tíðarskeið í 2018. Ársins fyrstu seks mánaðir vóru merktir av øktum virksemi, hækkandi inntøkum og lutfalsliga fáum skaðum samanborið við sama tíðarskeið í fjør, tá ið einstakir stórir skaðar settu sín dám á hálvársúrslitið.

    “Í Trygd hava vit fingið nógv nýggj viðskiftafólk og harvið eisini fleiri ognir at tryggja. Føroyingar keypa framvegis nógvar nýggjar bilar, og blómandi ferðavinnan sæst eisini aftur, eitt nú á vaksandi leigubilamarknaðinum. Sum tryggingarfelag síggja vit góðu gongdina aftur í økta talinum av eitt nú biltryggingum og øðrum tryggingum, ið hava ein inntøkuvøkstur við sær. Vit fingu lutfalsliga fáar skaðafráboðani í fyrra hálvári, og úrslitið er tí betri enn væntað,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

    Bruttotryggingargjøldini hjá Trygd hava verið støðugt vaksandi seinastu árini. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør eru tey hækkað við 5,2 mió. kr. og eru sostatt nú 75,3 mió. kr. Skaðaútreiðslurnar lækkaðu úr 37,4 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018 til 35,2 mió. kr. Leiðslan í Trygd fegnast um góðu gongdina, ið er við til at bjálva felagið til møguliga størri skaðar í komandi tíðum.  

    Góð útlit fyri seinna hálvár
    Leiðslan væntar framhaldandi inntøkuvøkstur í seinna árshelmingi, meðan skaðatalið væntandi verður nakað hægri í vetur, sum vanligt er fyri árstíðina. Kappingin á tryggingarmarknaðinum verður væntandi áhaldandi hørð, og møguligt illveður kann hava stormskaðar við sær, ið kunnu ávirka úrslitið. Felagið væntar tó, at ársúrslitið eftir skatt verður millum 9-12 mió. kr., um gongdin heldur fram sum væntað.

    Hálvársroknskapurin í stuttum

    - Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 7,3 mió. kr. samanborið við 1,5 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

    - Hálvársúrslitið eftir skatt var 6 mió. kr. samanborið við 1,3 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

    - Tryggingartekniska úrslitið var 7,5 mió. kr. samanborið við 1,8 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

    - Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 5,2 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør og eru nú 75,3 mió. kr.

    - Skaðaútreiðslurnar lækkaðu úr 37,4 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør til 35,2 mió. kr.

    - Bruttoskaðaprosentparturin var 59,6% samanborið við 68,1 % sama tíðarskeið í fjør.

    Nærri upplýsingar
    Brian Smedemark, stjóri: telefon 358 101, teldupostur: brs@trygd.fo