Treytir til verkstaðir
Í Trygd leggja vit stóran dent á, at verkstaðirnir veita okkara viðskiftafólkum eina góða tænastu, og tískil seta vit krøv til verkstaðirnar, sum vit samstarva við. Vit samstarva bæði við serligar samstarvsverkstaðir og aðrar góðkendar verkstaðir.
Góðkendir verkstaðir
Vit seta hesi minstukrøv til bilverkstaðir, til tess at teir kunnu verða góðkendir til at umvæla skaðar fyri okkara viðskiftafólk.
-
Treytir frá Arbeiðseftirlitinum verða fylgdar.
-
Umvælingar verða fylgdar eftir ásetingunum frá framleiðarunum.
-
Autotaks skipanin verður brúkt.
-
Verkstaðurin skal hava eitt pláss, har bilvrakið kann standa, til tryggingarviðurskiftini eru avgreidd, og vrakið er selt ella burturbeint.
-
Allar karrosseríumvælingar/-rættingar og lakkeringar skulu kunna gerast á verkstaðnum. Undir hetta kemur eisini umvæling/útskifting av plasti, folie, stafferingum og áskriftum. Hesar umvælingar skulu helst gerast á verkstaðnum. Um hetta ikki er møguligt, skal verkstaðurin syrgja fyri hesum.
-
Verkstaðurin hevur ábyrgdina av øllum mekaniskum umvælingum, undir hesum eisini sporing og tøming/áfylling av køliskipanum. Mekaniskar umvælingar skulu helst gerast á verkstaðnum. Um hetta ikki er møguligt, skal verkstaðurin syrgja fyri hesum.
-
Verkstaðurin skal hava góðkenda verkstaðstrygging.
Samstarvsverkstaðir
Umframt góðkendu verkstaðirnar hevur Trygd gjørt serliga samstarvsavtalu viðvíkjandi sýni og umvæling av skaðum á persón- og vørubilar. Hesir verkstaðir verða nevndir samstarvsverkstaðir. Umframt omanfyrinevndu krøv skulu samstarvsverkstaðirnir kunna skjalprógva, at teir lúka hesi krøv:
-
Víðkað krøv til leigubilar (ikki eldri enn 2 ár)
-
DTI góðkenning
Leigubilur
Um tú hevur ískoytistryggingina Bilhjálp, fært tú leigubil í samlaða tíðarskeiðinum, bilurin er á einum samstarvsverkstaði. Leigubilurin er í mesta lagi tvey ára gamal og sum útgangasstøði í sama flokki sum tín bilur.
Tú sært yvirlit yvir allar samstarvsverkstaðir og aðrar góðkendar verkstaðir her.