Tá ið elektrisk tól fáa skaða

Í Trygd leggja vit stóran dent á at veita okkara kundum eina góða og smidliga tænastu í sambandi við skaðaviðgerð. Niðanfyri sært tú, hvussu tú skalt bera teg at, tá ið tú hevur eitt elektriskt tól, ið hevur fingið skaða.

Telefonir, teldur, teldlar, printarar o.tíl.

Hevur telefonin, teldan, teldilin, printarin ella líknandi tól fingið skaða, skal luturin kannast hjá góðkendum umvælara, soleiðis at greiða kann fáast á, um skaðin er fevndur av tryggingini.

Trygd hevur gjørt avtalu við Nema um trygga og burðardygga burturbeining av skaddum el-tólum, og vit viðmæla tí, at tú biður Nema kanna ella umvæla el-tólið. Tólið kann tó kannast ella umvælast hjá øllum góðkendum umvælarum.

Soleiðis gert tú fyri at fáa lutin kannaðan ella umvældan hjá Nema:

  1. Set teg í samband við okkum, so skráseta vit skaðan og geva tær eitt skaðanummar

  2. Set teg í samband við Nema, ið kannar lutin og síðani gevur okkum frágreiðing um skaða og umvælingarkostnað

  3. Send keypskvittan fyri skadda lutin til skadi@trygd.fo

Sama mannagongd skal fylgjast, um tú brúkar aðra fyritøku. Um luturin ikki kann umvælast, kunnu vit krevja, at hann verður latin inn til okkara.
 

Hvítvørur og annað 

Er skaddi luturin ein hvítvøra ella annað elektriskt tól enn tey, ið eru nevnd omanfyri, skalt tú gera soleiðis:

  • Set teg í samband við okkum, so skráseta vit skaðan og geva tær eitt skaðanummar

  • Lat tólið inn til kanningar hjá einum umvælara

  • Send keypskvittan fyri skadda lutin til skadi@trygd.fo

  • Um luturin ikki kann umvælast, skalt tú lata hann inn hjá okkum  

Tá ið vit hava fingið neyðugu upplýsingarnar, viðgera vit málið, og tú frættir síðani aftur frá okkum.
 

Burðardygg endurnýtsla og trygg burturbeining av el-tólum

Í Trygd leggja vit okkum eftir at velja burðardyggar loysnir í okkara virksemi. Tí samstarva vit við Nema um endurnýtslu og tryggja burturbeining av el-tólum. Tað vil siga, at tú sum kundi kanst lata títt el-tól, ið hevur fingið skaða, inn til kanningar hjá Nema. Um tólið ikki kann umvælast, verður tað antin endurnýtt ella burturbeint á ein tryggan hátt.

Hetta gagnar umhvørvinum og ger tað samstundis lættari hjá tær sum kunda, av tí at tú kanst fara beinleiðis til Nema við skadda tólinum og samstundis fáa upplýsing um tryggingarendurgjaldið frá okkum á staðnum.