Nýggjar fyritøkur
Hava tú og tíni vinfólk nakrantíð tosað um at byrja eina fyritøku saman?
Tað gjørdu Mikkjal, Ólavur, Steinbjørn og Jóannes – fýra barndómsvinir, sum altíð hava havt hug at skapa okkurt sjálvir.
Í byrjanini gongur tað ofta skjótt, og alt er spennandi. Hóast tryggingar ikki fylla nógv í hugaheiminum, so eru tær umráðandi at fáa upp á pláss. Eitt stutt prát við tín tryggingarráðgeva hjálpir tær at koma væl frá byrjan og er eisini ein trygd mótvegis avbjóðingum, sum kunnu stinga seg upp á leiðini.
