Anna Mohr Holm nýggjur stjóri í Trygd

Anna Mohr Holm er sett sum nýggjur stjóri í Trygd. Hon avloysir Brian Smedemark, ið hevur verið stjóri seinastu fimm árini.


Í juni varð kunngjørt, at stjórin í Trygd, Brian Smedemark, fer í nýtt starv sum rakstrarstjóri í BankNordik. Í tí sambandi varð stjórastarvið í Trygd lýst leyst, og í dag er Anna Mohr Holm sett sum nýggjur stjóri. Hon tekur við starvinum tann 1. september.

“Trygd hevur seinastu árini ment nýggjar tryggingar til kundarnar, rokkið góðum fíggjarligum úrslitum og styrkt sína kappingarstøðu. Tað er tí eitt sterkt og nýhugsandi felag, ið vit nú lata upp í hendurnar á Annu Mohr Holm sum nýggjum stjóra og leiðslutoyminum í Trygd at føra víðari fram á leið,” sigur Turið F. Arge, nevndarforkvinna í Trygd.

Anna er 47 ára gomul, útbúgving løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur drúgvar royndir úr føroyska tryggingarheiminum. Eitt skifti var hon deildarleiðari í Trygd, og seinastu árini hevur hon starvast í Betri Trygging.



Á myndini síggjast frá vinstru: Brian Smedemark, fráfarandi stjóri í Trygd, Anna Mohr Holm, nýggjur stjóri í Trygd, og Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik-samtakinum og nevndarforkvinna í Trygd.