Móttøka fyri Onnu Mohr Holm

Fríggjadagin 8. september verður móttøka fyri Onnu Mohr Holm, nýggja stjóranum hjá Trygd. Móttøkan verður á Oknarvegi 5 í Havn kl. 15, og øll eru vælkomin.

Á skránni verða røður, tónleikur og lætt ábit, og høvi verður at hitta nýggja stjóran.