Víðka Vanlukkutrygd við skundendurgjaldi og endurgjald til tyggiskaða

Sum nakað nýtt hevur tú nú møguleika at víðka tína Vanlukkutrygd til nú eisini at fevna um tyggiskaðar og skundendurgjald.

Skundendurgjald

Ítøkiliga merkir hetta, at um tú víðkar tryggingina til eisini at fevna um skundendurgjald, fært tú beinanvegin endurgjald á 10.000 kr., um tú t.d. brýtur eitt bein ella slítur krossbandið.

Vanliga vanlukkutryggingin tekur eisini við, um tú fært varandi mein av skaðum, men tað tekur ofta langa tíð, áðrenn varandi mein kann verða staðfest. Skundendurgjaldið kann sostatt veita tær linna í bíðitíðini, og skundendurgjaldið verður heldur ikki drigið frá møguliga endurgjaldinum fyri varandi mein.

Endurgjald til tyggiskaðar

Um tú víðkar tryggingina til eisini at fevna um tyggiskaðar, fært tú endurgjald upp til 10.000 kr. til tannlæknaviðgerð, um tú t.d. brýtur eina tonn ella eina tannprotesu av at tyggja. Vanliga vanlukkutryggingin fevnir annars ikki um tyggiskaðar.

Tú kanst lesa meira um okkara Vanlukkutrygd her.