Hundatrygd
Hóast hundurin er eitt tað fittasta, tú eigur, so kann tað henda, at hundurin ger skaða á onnur, ella at hundurin sjálvur fær skaða. Og júst tí kann Hundatrygd vera hent at hava. Eigur tú hund, áleggur lógin tær at tekna eina trygging til hundin.
Ábyrgdartrygging
Tað er lógarkrav at tekna hundinum eina ábyrgdartrygging. Um tín hundur ger skaða á onnur ella lutir hjá øðrum, veitir Hundatrygd endurgjald til tann skadda.
Hevur tú ein dýran hund, mæla vit tær til at tekna hundalívstrygging og djórasjúkutrygd eisini.
Hundalívstrygging
Við lívstryggingini kanst tú fáa endurgjald, um hundurin doyr orsakað av sjúku ella vanlukku, ella tá ið djóralæknin mælir til, at hundurin skal avlívast.
Djórasjúkutrygd
Djórasjúkutrygd tekur við, tá ið óhappið hendir, og hundurin fær eina sjúku og/ella skaða. Tryggingin veitir endurgjald til ávísar viðgerðir og skurðviðgerðir, sum eru lýstar í treytinum, sum tú finnur her á síðuni niðanfyri.
Endurgjald verður latið fyri tríggjar skaðar árliga og í mesta lagi 10.000 kr. fyri hvønn skaða.
Ofta settir spurningar
Er tað lógarkrav, at tekna hundinum trygging í Føroyum?
Ja, í Føroyum skulu allir hundar hava trygging.
Hvør kann tekna Hundatrygd?
Øll, sum eru heildarkundar hjá Trygd, kunnu tekna eina Hundatrygd.
Hvat dekkar ein ábyrgdartrygging?
-
Skaðar á persónar: Um hundurin bítur ella ger aðrar skaðar á persónar
-
Skaðar á onnur djór: Um hundurin bítur ella ger aðrar skaðar á onnur djór
-
Skaðar á lutir: Um hundurin ger skaða á innbúgv ella ognir hjá øðrum enn húsfólki ella fólki, sum passa hundin
Hvat dekkar ein djórasjúkutrygd?
Um hundurin brádliga gert sjúkur ella fær ein skaða, so veitir Djórasjúkutrygd endurgjald fyri ávísar viðgerðir. Eitt yvirlit yvir, hvat tryggingin fevnir um, er at síggja í tryggingartreytinum fyri Hundatrygd grein 4.2.
Hvat dekkar ein hundalívstrygging?
Tryggingin veitir endurgjald fyri hundin, um hundurin doyr orsakað av sjúku ella vanlukkutilburði. Eisini um hundurin verður kravdur avlívaður av djóralækna, sum fylgja av sjúku ella vanlukkutilburði.
Tað er ein treyt fyri at fáa endurgjald, at djóralækni váttar, at avlívingin var neyðug.
Kann eg hava hundin við at ferðast?
Tryggingin er galdandi í Føroyum, men fert tú at ferðast og tekur hundin við, er tryggingin galdandi í upp til 3 mánaðir á ferðum uttanlands.
