Ognarskiftistrygd
Ognarskiftistrygd tryggjar seljara og keypara móti ókendum skaðum ella brekum, sum kunnu vísa seg á ognini. Tú kanst sostatt fyribyrgja stórar fíggjarligar avleiðingar fyri teg, um fjaldir skaðar ella brek brádliga vísa seg, eftir at húsini eru yvirtikin.
![Ognarskiftistrygd](/-/media/banknordik/trygd/trygd-myndir/produktmyndir-privat/16_9/ognarskiftistrygd.jpg?rev=8c6b441f3597407a867372ebb058f289&mw=400&hash=B499B22DB277F026A841FA96E5EAEE65)
Tryggingin dekkar umvælingar av ókendum skaðum og brekum
Keypari ella seljari kann koma í eina óhepna støðu, har tað verður neyðugt at rinda eina stóra upphædd, um ognin er í verri standi, enn keyparin roknaði við. Send okkum ein teldupost á trygd@trygd.fo, um tú vilt hava eitt tilboð uppá Ognarskiftistrygd. Minst til at senda okkum húsaskoðan og viðkomandi upplýsingar frá seljara eisini.
Ognarskiftistrygd er til tín sum…
… skal keypa bústað. Í flestu førum biður seljari um tilboð upp á eina ognarskiftistrygging, sum verður bjóðað keyparanum í sambandi við søluna. Keyparin kann eisini biðja um tilboð upp á tryggingina og tekna Ognarskiftistrygd.