Arbeiðstøkutrygd
Hevur tú ætlanir um at byggja um, byggja uppí ella kanska byggja nýtt? So er Arbeiðstøkutrygd hent at hava. Við eini Arbeiðstøkutrygd tryggjar tú møguligar skaðar undir byggingini. Um tú til dømis ert í holt við at byggja um, og ein skaði hendir við húsunum, so tekur vanliga sethúsatryggingin nevniliga ikki við.
Tá ið tú skalt byggja um ella byggja nýtt...
...er neyðugt at leggja eina ætlan fyri byggingina. Arbeiðstøkutrygd fevnir um eitt avmarkað tíðarskeið. Tí skalt tú vita á leið, hvussu langa tíð arbeiðið fer at taka. Tú mást eisini vita á leið, hvat tað fer at kosta, og hvør fer at gera tað - tit sjálvi ella fólk, sum tit seta í starv.
Tryggingin dekkar útreiðslur í sambandi við óvæntaðar og brádligar skaðar, sum tú sum byggiharri hevur ábyrgd av, umframt alt tilfarið, sum er á byggiplássinum, meðan arbeiðið fer fram.
Byggir tú nýtt, so fevnir Arbeiðstøkutrygd um alt húsið. Byggir tú um, so fevnir Arbeiðstøkutrygd bert um tann partin av húsinum, ið verður umvældur, og teir skaðar, ið kunnu standast av umvælingini - tá fevnir vanliga sethúsatryggingin um restina av húsinum.
Kostnaðurin á tryggingini er ymiskur, alt eftir, hvussu leingi arbeiðið varar, og hvussu nógv byggingin kostar.