Barnavanlukkutrygd

Vanlukkutrygd til tín eygnastein.
Tíverri hendir tað eisini, at børn eru fyri óhappi, sum merkir teirra tilveru í styttri ella longri tíð. Tí bjóðar Trygd Barnavanlukkutrygd, so at børnini eru tryggjað, um tey skuldu fingið ein meira álvarsaman skaða, har tey verða avlamin við í minsta lagi 5% orsakað av einum vanlukkutilburði. Um talan er um óhapp, t.d. um barnið fær tannskaða ella skaða á brillurnar, so hjálpir Barnavanlukkutrygd undir ávísum treytum eisini.
Tað er eitt gott hugskot at tekna Barnavanlukkutrygd, tá tú fært børn. Eldri børnini verða, størri gerast vandarnir, men nógvar av teimum kunnu tit sum foreldur fyribyrgja. Til dømis kunnu tit barnatryggja kontaktir, leidningar, skáp og trappur heima hjá tykkum sjálvum. Verri er, tá tit eru úti og vitja onnur, ið ikki hava barnatryggjað sítt heim. Her kann tað vera strævið at fylgja við, tá tað lítla fer á kanningarferð.
Børn skulu sleppa at vera børn
Av tí at tit ikki kunnu halda eyga við børnunum allan sólarringin, skulu tit í øllum førum hava møguleikan at tryggja tey. Barnavanlukkutrygd tryggjar øll tíni børn, til tey fylla 18 ár. Les meira um Barnavanlukkutrygd í faldara og treytum í høgra bredda.
Viðkomandi skjøl
- Tak niður faldara um Barnavanlukkutrygd her
- Teytirnar fyri Vanlukkutrygd sært tú undir teiginum Vanlukkutrygd
- Fá eitt óbindandi tilboð