Biltrygd

Við Biltrygd frá Trygd hevur tú tríggjar ymiskar møguleikar at tryggja bilin - alt eftir tínum tørvi:
-
Ábyrgdartrygd
-
Partvís skrokk
-
Skrokktrygging
Ábyrgdartrygd
Fevnir um øll tey ferðandi og skaðar, sum tín bilur ger á onnur akfør. Íroknað ábyrgdartryggingini hjá Trygd er ein Føraratrygging, sum tryggjar føraran á tínum bili serliga væl. Hjá Trygd fær førarin endurgjald og aðra hjálp í sambandi við óhapp, sum ongin annar kann ábyrgjast fyri.
Partvís skrokktrygging
Talan er um eina avmarkaða skrokktrygging, sum dekkar nakrar útvaldar skaðaorsøkir á bilin - m.a skaðar á bilrút, spegl, stuldur av bilinum ella raðherverk. Hetta er ein trygging, sum hóskar best til tín, ið hevur ein eldri bil, tí hendan trygging fevnir t.d. ikki um skaðar á egnan bil í samanstoyti, tá tú hevur ábyrgdina fyri skaðanum.
Skrokktrygging
Tryggingin fevnir um flestu skaðar á egnan bil. Tú sleppur sostatt undan einum størri fíggjarligum smeiti í sambandi við flestu skaðar. Hevur tú lán í bilinum, krevja veðhavarar vanliga, at bilurin er skrokktryggjaður.
Ískoytistryggingar
Øll hava ikki sama tørv á trygging til bilin. Tí ber til at knýta nakrar ískoytistryggingar afturat Biltrygd. Harvið rindar tú bert fyri tað, ið tú hevur tørv á. Les meira um ískoytistryggingar sum eitt nú Bilhjálp við leigubili og Parkeringstrygging her.
Gjaldsmøguleikar
Tryggingin kann teknast sum antin fastgjaldstrygging ella sum trygging í trinum. Les meira um tínar gjaldsmøguleikar.