Tøknitrygd

Tøknitrygd
- Ein ískoytistrygging til tíni el-tól

Tøknitrygd er meira enn ein vanlig innbúgvstrygging, ið bert veitir endurgjald, tá el-tólið fær el-skaða av til dømis ójavnum streymi. 

Tøknitrygd veitir endurgjald fyri allar innanífrá komandi skaðar á elektrisk tól. Tað vil siga feilir, sum henda, og sum ikki hava nakra beinleiðis skaðaorsøk. Eitt dømi er, at sjónvarpið brádliga sløknar og tendrar ikki aftur. 

Tøknitrygd er ein ískoytistrygging til tryggingina Familjutrygd, ið fyrst og fremst er ein trygging til títt innbúgv. Tí er neyðugt, at tú hevur teknað Familjutrygd hjá Trygd, um tú ynskir at keypa Tøknitrygd. Um tú hevur Tøknitrygd, so eru el-tólini, ið eru fevnd av tryggingini, tryggjaði, til tey eru 4 ára gomul. Les meira um Tøknitrygd her


Hevur tú teknað Óhapstrygd?

Óhapstrygd veitir endurgjald fyri allar bráðkomnar skaðar á ávíst privat innbúgv, t.d. fartelefonir, teldlar, koppastell, sofur og klæðir. Bráðkomin skaði er til dømis skaði, har tú av óvart kemur undir tína snildfon, ið dettur á gólv og brotnar.

Les meira um Óhapstrygd her.

Feilur í veðurdata