Vistartrygd

Tryggari, tá ið tú veitir ferðafólki innivist
Vistartrygd er gjørd serliga til tín, ið leigar bústaðin út gjøgnum Airbnb ella aðrar útleiguportalar. Við Vistartrygd er ikki neyðugt at stúra fyri, at leigarar gera skaða á bústað ella innbúgv, tí tryggingin kann veita tær endurgjald, um okkurt óvæntað hendir.
Endurgjald við Vistartrygd
Við Vistartrygd kanst tú fáa endurgjald í sambandi við niðanfyri nevndu hendingar.
-
Skaðar, sum standast av, at leigari av óvart ger skaða á bústað ella innbúgv
-
Stuldur framdur av leigara
-
Herverk framt av leigara
-
Útskifting av lásum í sambandi við stolnar ella burturmistar lyklar
Endurgjaldið kann í mesta lagi vera 100.000 kr. fyri eitt einstakt leigutíðarskeið. Til ber at lesa meira um endurgjald, sjálvsábyrgd o.a. her.
Stutttíðarleigumál
Vistartrygd er ein ískoytistrygging til Familjutrygd og fevnir um stutttíðarleigumál, sum í mesta lagi vara í 30 dagar. Tryggingin er tí serliga væl hóskandi til tín, ið leigar út til ferðafólk.
Góð ráð
Hóast Vistartrygd ger lívið sum útleigari tryggari og sorgleysari, hava vit savnað nøkur góð ráð, sum vit altíð mæla tær til at fylgja, tá ið tú leigar bústaðin út. Les meira her.
Bílegg Vistartrygd
Tað er skjótt og lætt at bíleggja Vistartrygd. Útfyll oyðublaðið ella ring til okkara á 35 81 00. Vit eru altíð til reiðar at hjálpa tær við at finna røttu tryggingarnar, ið svara til tín tørv.