Húsvognar og trygging

Húsvognar og trygging
Um summarið verða húsvognarnir serliga nógv brúktir  - eitt nú til festivalar og uttanlandsferðir. Eigur tú ein húsvogn, er tað umráðandi, at tú minnist til at tryggja teg í sambandi við innbrot og skaða á húsvognin.

Okkara trygging til húsvognar fevnir bæði um skrokk- og ábyrgdartrygging. Skrokktryggingin veitir endurgjald fyri skaðar, ið henda á sjálvan húsvognin (umframt stuldur og rán av húsvogninum), meðan ábyrgdartryggingin fevnir um ta ábyrgd, tú sum eigari av húsvogninum kanst verða álagdur, tá húsvognurin stendur parkeraður. Tá húsvognurin er festur á krókin á tínum bili, er tað ábyrgdartryggingin hjá bilinum, sum er galdandi.

Umframt hetta er innbúgv, ið vanliga liggur í húsvogninum, tryggjað upp til 20.000 kr. ímóti skaðaorsøkunum: Eldur v.m., útstreyming av vatni, olju og køliløgi, glopraregni, toybili, stormi, kavatrýsti, ferðsluóhappi, tjóvaríi, herverki, ráni og álopi. Nærri frágreiðing og undantøk til dekningarnar síggjast í treytunum fyri húsvognar. 

Viðmerkjast skal tó, at skaði orsakað av stormi, ódn, melduródn og líknandi á fortjøld bert er fevndur í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. september. 


Innbrot

Um talan er um stuldur úr húsvogninum, skalt tú leggja til merkis, at ávísar treytir eru galdandi fyri hesa trygging, m.a. verða pengar, prýði og lutir úr gulli og silvuri ikki endurgoldið. Vit mæla tær tí til at lata virðismiklar lutir vera eftir við hús. Minst eisini altíð til at lata øll vindeygu aftur og steingja hurðina, tá tú fert frá húsvogninum. 


SOS International til húsvognar

Um tú fert uttanlands at ferðast, og hevur skrokktryggjað húsvognin hjá okkum, so fevnir tryggingin eisini um tryggingina frá SOS International. Tí skalt tú altíð minnast til at taka reyða tryggingarkortið við tær. Tryggingin frá SOS International fevnir um flutning til verkstað. Um tað ikki er gjørligt at umvæla skaðan beinanvegin, so hjálpir SOS International, soleiðis at ferðin kann halda fram.

Tað reyða tryggingarkortið fæst við at venda sær til Trygd á 358100.