Ognarskiftistrygd

Ein ognarskiftistrygging er hent, tá ið tú skalt keypa ella selja eini hús.
Ognarskiftistryggingin tryggjar seljara og keypara av ognini móti ókendum skaðum ella brekum, sum kunnu vísa seg á ognini. Við Ognarskiftistrygd kanst tú fyribyrgja, at tað fær víðfevndar fíggjarligar avleiðingar fyri teg, um fjaldir skaðar ella brek brádliga vísa seg, eftir at húsini eru yvirtikin.
Tryggingin fevnir um umvælingar av ókendum skaðum og brekum, og tí slepst undan, at keypari ella seljari koma í eina óhepna støðu, har tað verður neyðugt at rinda eina stóra peningaupphædd, um ognin eftir yvirtøkuna vísir seg at vera í verri standi, enn keypari av røttum kundi rokna við.
Tann, ið selur ognina, skal seta seg í samband við okkum, um áhugi er fyri at tekna eina ognarskiftistrygging.
Tú ert altíð vælkomin til at spyrja okkum - vit ráðgeva fegin.
Viðkomandi skjøl
- Tak niður treytir fyri Ognarskiftistrygd her
- Skalt tú selja húsini? Tosa við Skyn
- Fá eitt óbindandi tilboð