Skjót viðgerð við Viðgerðartrygd

Skjót viðgerð við Viðgerðartrygd
Við Viðgerðartrygd tryggjar tú tær skjóta og góða viðgerð, um tú gerst sjúk/ur ella fært skaða.

Tú sleppur undan langari bíðitíð til viðgerðina og økir um møguleikan fyri at sleppa skjótari aftur til vanliga gerandisdagin við arbeiði og ítrívi.

Stutt um tryggingina

Um tú gerst sjúk/ur ella fært skaða, so sleppur tú við Viðgerðartrygd til kanningar ella viðgerðar innan 10 arbeiðsdagar, eftir at skaðafráboðanin er góðkend.

Tryggingarfelagið Gjensidige umsitur Viðgerðartrygd fyri Trygd. Gjensidige tekur sær sostatt av at geva tær eina tíð á privatsjúkrahúsi, sum hevur serkunnleika innan tað økið, har tín trupulleiki er. Somuleiðis kann Gjensidige játta tær viðgerð á privatum viðgerðarstovni, eitt nú til fysioterapi. Tú kanst eisini velja at fáa tryggingina at fevna um kostnaðin av flogferðaseðli millum Føroyar og Danmark. Hetta hevur ein eyka kostnað við sær.

Tekna Viðgerðartrygd

Ynskir tú at tekna Viðgerðatrygd, ella hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Trygd. Ring til okkara á telefon 35 81 00 ella skriva til trygd@trygd.fo.

Soleiðis boðar tú frá skaða ella sjúku

  • Far til kommunulæknan eftir læknaváttan fyri skaðan ella sjúkuna

  • Fyll út eina skaðafráboðan á www.gjensidige.dk. Tú kanst eisini ringja +45 70 10 90 09, har sjúkrarøktarfrøðingar kunnu hjálpa tær at fylla út skaðafráboðanina

  • Um skaðafráboðanin verður góðkend, sleppur tú til eina kanning ella viðgerð innan 10 arbeiðsdagar.

Feilur í veðurdata