-
28
feb
Avboðstrygging fevnir nú eisini um Koronavirus
Í sambandi við at alsamt fleiri tilburðir av Koronasmittu verða staðfestir, hava vit dagført okkara avboðstrygging.
Tað merkir, at avboðstryggingin nú eisini tekur við, um tín uttanlandsferð verður avlýst, av tí at ferðamálið er rakt av Koronavirusi. Tað er ein treyt, at danska uttanríkismálaráðið mælir fólki frá at ferðast til økið, og harumframt skulu tað vera 14 dagar ella minni til fráferð.
Skalt tú ferðast, og ivast tú í, um tað er trygt at fara, mæla vit tær til at fylgja vegleiðingini hjá danska uttanríkismálaráðnum.
Tú ert sjálvandi eisini vælkomin at ringja til okkara 35 81 00, um tú ivast.