-
29
nov
Broyting í nevndini hjá Trygd
Tann 29. november er nevndarsamansetingin í P/f Trygd broytt sambært fráboðan frá Tryggingareftirlitinum. Heini Thomsen, stjóri í BankNordik, fer úr nevndini, og nevndin verður frameftir mannað av Árna Ellefsen, forstjóra í BankNordik, Turið F. Arge, stjóra í BankNordik, og Christian Clemmensen, ið starvast sum leiðari fyri avsetingar í tryggingarfelagnum Tryg í Norra.
Orsøkin til broytingina er, at ásetta tvey ára bíðitíðin ikki varð hildin, frá tí at Heini Thomsen í starvinum sum grannskoðari hjá Januar grannskoðaði roknskapin hjá Trygd, og til hann tók við sum nevndarlimur í Trygd.