-
22
okt
Fráboðan um broytingar í tryggingartreytum, ómaks- og rykkjaragjøldum hjá Trygd
Tann 1. januar 2021 verða allar tryggingartreytir hjá Trygd dagførdar, umframt at ómaks-, rykkjara- og veðhavaragjøldini verða dagførd.
Hví broytir Trygd prístalsjavningina, ómaks-, rykkjara- og veðhavaragjøldini?
Lønarvøksturin í Føroyum hevur verið 2-3% seinastu árini, og av tí sama er tað vorðið dýrari at umvæla skaðar. Árliga prístillagingin hjá Trygd hevur higartil verið minst 1%, og sostatt er kostnaðurin fyri at umvæla skaðar hækkaður munandi skjótari enn árliga prístillagingin. Tískil verður árliga prístillagingin framyvir hækkað til minst 2%.
Ómaks- rykkjara- og veðhavaragjøldini hækka eisini, soleiðis at hesi samsvara betur við tær útreiðslur, ið Trygd hevur í umsiting av hesum.
1. Broytingar í tryggingartreytum
Broytt prístalsjavning
Prístalsjavningin av tryggingargjaldinum fyri allar tryggingar verður frá 1. januar 2021 broytt soleiðis, at prístalsjavningin verður í minsta lagi 2 prosent árliga. Prísirnir verða framvegis javnaðir eftir brúkaraprístalinum hjá Hagstovu Føroya einaferð um árið til høvuðsforfall á tryggingini. Hækkar brúkaraprístalið minni enn 2 prosent, verður gjaldið tó javnað við 2 prosentum.
Broytingar í privat tryggingum:
Betringar
- Familjutrygd nr. 7-04, grein 7.2.3: Undantakið á óhapstryggingini um at endurgjald ikki verður veitt fyri skaðar, sum henda undir reingerð, er nú strikað.
- Smábátatrygd nr. 75-03, grein 2.1.9.1, nr. 3: Kravið um, at báturin skal hava fingið skaða, fyri at sleip skal verða dekkað, er nú strikað.
- Ársavlýsingartrygd nr. 7-15, grein 27.1: Fosturbørn, fosturforeldur og børn hjá systkjum eru nú eisini nevnd sum partur av tí persónskarða, sum gevur rætt til endurgjald, um hesi gerast sjúk ella doyggja áðrenn fráferð.
- Ársavlýsingartrygd nr. 7-15, grein 27.2, h): Nýggjur dekningur, sum veitir endurgjald, um tryggjaði av heilsuligum ávum ikki fær luttikið í ætlaðum virksemi/aktiviteti á ferðini. Tað skal kunna skjalprógvast, at ávísa virksemið er endamálið við ferðini.
- Ársavlýsingartrygd nr. 7-15, grein 27.2, i): Nýggjur dekningur, sum veitir endurgjald, um tryggjaði er við barn, og lækni metir, at tryggjaði ikki kann ferðast, tí tað eru umstøður við viðgongutíðini, sum gera, at tað ikki er ráðiligt at ferðast. Talan kann t.d. vera um, at vandi er fyri at eiga ov tíðliga. Tað er ein treyt, at tryggjaði ikki var vitandi um umstøðurnar til avlýsingina, tá ferðin varð keypt.
Herðingar
- Sethúsatrygd nr. 5-03: Endurgjaldsyvirlitið, grein A5: Dekningurin “glopraregn” er nágreinaður betur við kravi um minstamarki fyri avfalli innanfyri ávíst tíðarskeið.
- Sethúsatrygd nr. 5-03: Endurgjaldsyvirlitið, grein B5: Undantak til vatnskaða er víðkað við uppgangi, stormflóð, brimi og flóð ella líknandi, sum kemur av sjógvi.
- Sethúsatrygd nr. 5-03: Endurgjaldsyvirlitið, grein A10: Undantakið um at avskriving vegna virðisminking á rør- og kaðaltryggingini ikki er galdandi er strikað.
- Ársavlýsingartrygd nr. 7-15, grein 27.3: Nýtt undantøk: Tryggingin veitir ikki endurgjald, um avvarðandi myndugleikar á økinum ráddu frá at ferðast til økið, tá ferðaseðilin varð keyptur.
- Ársferðatrygd nr. 7-15, grein 3.11.2, k): Nýtt undantak: Tryggingin fevnir ikki um tap í sambandi við húsagang hjá flogfelagi, ferðaskrivstovu o.l. (víst verður í hesum sambandi til Rejsegarantifonden).
Ongar innihaldsligar broytingar (verður í størstan mun broytt fyri at minka um ógreiðar støður)
- Biltrygd nr. MO-01-01, grein 6.1.1. nr. 6: Dekningurin “parkeringstrygging” verður nágreinaður betur við at víst verður á, at m.a. skeinur og skøvur frá t.d. innkeypsvognum, taskum o.ø. ikki eru at meta sum parkeringsskaði. Hetta merkir, at bilurin skal vera árendur av øðrum bili, fyri at dekningurin kann taka við. Talan er ikki um eina herðing, av tí at hetta altíð hevur verið galdandi, men nú verður hetta bara lýst betur.
- Familjutrygd nr. 7-04, grein 6.3: Heitið á dekninginum samsvarar nú við innihaldið í dekninginum.
- Ársferðatrygd nr. 7-15, orðalistin: Frágreiðingin um “tryggingartíðarskeið” er nágreinað betur.
- Ársferðatrygd nr. 7-15, orðalistin: Frágreiðingin um “ferðakostnað pr. dag” er nágreinað betur.
- Ársavlýsingartrygd nr. 7-15, orðalistin: Frágreiðingin um “ferðakostnað” er nágreinað betur.
- Ársferðatrygd nr. 7-15, grein 19.1: Bara talan um málsligar nágreiningar.
Broytingar í bygningstryggingini fyri vinnukundar:
- Grein 6.2.1: Nýggj orðing fyri vatnskaða: Talan skal nú verða um brádliga og óvæntaða útstreyming (áður bert krav um tilvildarliga seyran) úr rørskipan og knýttum innleggingum, íroknað køli- og frystiútbúnaði og øðrum íløtum, ið rúma 20 litar ella meira.
- Grein 6.3.2, nr. 3: Undantakið til storm er víðkað við uppgangi, stormflóð, brimi og flóð ella líknandi sum kemur av sjógvi.
- Grein 6.4.1, nr. 3: Dekningurin “glopraregn” er nágreinaður betur við kravi um minimun avfall innanfyri ávíst tíðarbil, og dekningurin “toybil” er nágreinaður betur við kravi um at lufthitin skal hækka frá minus hitastigum til 8-10 hitastig innan fyri 12 tímar.
2. Broytt ómaksgjøld
Frá 1. januar 2021 hækka ómaks-, rykkjara- og veðhavaragjøldini hjá Trygd soleiðis:
Ómaksgjøld
Gjaldsavtalur
Kr. 7,00 fyri hvørja trygging
Inngjaldskort
Kr. 39,00 fyri hvørt inngjald
Rykkjarar
1. Rykkjari
Kr. 150,00
2. Rykkjari
Kr. 250,00
3. Rykkjari
Kr. 400,00
Veðhavaralýsingar
Veðhavaralýsingar
Kr. 700,00
Virkisveð
Kr. 1.500,00
Gev gætur, at tað ikki er vist, at tú hevur teknað allar tryggingarnar, sum eru nevndar omanfyri. Á Kundaportalinum, sum tú fært atgongd til undir “Kundaportalurin” ovast til høgru her á síðuni, sært tú, hvørjar tryggingar, tú hevur teknað. Harafturat fært tú yvirlit yvir tíni tryggingargjøld og áður tilmeldaðar skaðar. Loyniorðið til Kundaportalin fært tú við at seta teg í samband við okkum.
Um tú ikki ynskir at góðtaka broytingarnar
Ynskir tú ikki at góðtaka broytingarnar, kanst tú siga tryggingarnar upp við 30 daga freist til mánaðarlok við at senda okkum teldupost ella bræv.