• Skaði á hús í samband við spreingingar

    Skaði á hús í samband við spreingingar

    Nú nýggi innkomuvegurin verður gjørdur og nógvar spreinginar vera, er umráðandi at taka myndir av húsunum, áðrenn sprongt verður í tykkara øki. Spreingingar vera í Hoyvík, við Villingardalsvegin og Marknagilsvegin.

    Takið myndir av húsunum innan og uttan. Ávíst tilfar rivnar lættari enn annað, til dømis gips, flisar, betong o.a., men takið myndir av øllum í fyrivarni. Myndirnar skulu hava dagfesting á.

    Hendir ein skaði í húsunum orsakað av ristingum, skalt tú:

    - Seta teg í samband við byggiharran. Boða honum frá skaðanum og fá eitt avrit av ristimátingini.
    - Seta teg í samband við okkum. Vit skulu hava:
    - Eina skaðafráboðan við frágreiðing
    - Dagfestar myndir av skaðanum áðrenn og aftaná hendingina við dagfestingum á
    - Avrit av ristimátingini
    - Avrit av møguligum samskifti millum teg og byggiharran

    Myndirnar eru umráðandi, tí annars vita vit ikki, at skaðin er hendur orsakað av ristingum frá spreingingini, og so kann vera, at tú ikki fært endurgjald fyri skaðan.