• Trygd skal hava nýggjan stjóra

    Trygd skal hava nýggjan stjóra

    Brian Smedemark, sum seinastu fimm árini hevur røkt stjórastarvið í Trygd, fer í næstum at taka við nýggjum starvi sum rakstrarstjóri í BankNordik. Í hesum sambandi skal Trygd hava nýggjan stjóra, ið kann taka við eftir Brian.

    Starvið er nú lýst leyst, og ætlandi verður nýggjur stjóri settur í summar. Brian Smedemark heldur tó fram sum stjóri í Trygd, til nýggi stjórin er funnin. 

    Les meira um starvið her

    Góð úrslit at vísa á
    Í tíðarskeiðinum sum stjóri í Trygd hevur Brian Smedemark staðið á odda fyri at menna nýggjar tænastur til kundarnar, og hann hevur harumframt rokkið góðum úrslitum. Tað er sostatt ein væl rikin og nýhugsandi fyritøka, ið nú skal hava nýggjan stjóra.

    Dygdirnar hjá Briani fara frameftir at gagna øllum BankNordik-samtakinum, tá ið hann í starvinum sum rakstrarstjóri fer at standa á odda fyri at menna kundavenda virksemið hjá samtakinum í Føroyum og Grønlandi. Brian er samstundis partur av samtaksleiðsluni og fer frameftir at hava ein týðandi leiklut í framhaldandi menningini av samtakinum á øllum marknaðum.