Kærur og iðranarrættur

Angrar tú eitt keyp?

Tú hevur møguleika at angra keypið av privatum tryggingum. Angringarfreistin er 14 dagar, og er galdandi frá tí degi, vit fáa játtan um, at tikið verður av tilboðnum frá okkum. Gongur freistin út ein halgidag, leygardag, sunnudag, grundlógardag, jólaaftan ella nýggjársdag, verður freistin longd til næsta gerandisdag.

Um tú ynskir at angra keypið av tryggingini, skalt tú boða okkum skrivliga
frá hesum, áðrenn freistin gongur út.

Ert tú ikki nøgdur við eina avgerð hjá Trygd?

Um tú ikki ert nøgdur við eina avgerð, ið Trygd hevur tikið í einum ávísum máli, ber til at kæra avgerðina. Tú kanst skriva til:

Trygd Tryggingarfelag
Att.: Kæruábyrgdarin
Oknarvegur 5
Postboks 44
110 Tórshavn

Tú kanst eisini senda kæruna á teldupost adressuna: klaga@trygd.fo 


Kæran verður viðgjørd beinanvegin, og vit miðja eftir at geva tær eitt skjótt svar. Tó má hædd verða tikin fyri, at summi mál eru torførari at viðgera enn onnur, samstundis sum kærutíðin kann verða ávirkað av, hvussu nógv mál eru til viðgerðar. Vit miðja tó eftir, at tú fært svar innan 3 vikur.
Vinarliga greið frá málinum so gjølla sum til ber, tá hetta kann lætta um málsviðgerðina. Greið frá, hví tú ert ónøgdur við avgerðina, og hvussu tú ynskir málið avgreitt. Legg somuleiðis øll týðandi skriv/skjøl við kæruni. Um so er, at vit hava brúk fyri fleiri upplýsingum, seta vit okkum í samband við teg.

Um tú framvegis ikki ert nøgd/ur við avgerð okkara

Um tú, eftir at kæran er viðgjørd, framvegis ikki ert nøgd/ur við avgerð okkara, kanst tú kæra til:

  • Ankenævnet for Forsikring, sí teirra heimasíðu her

  • Oyðiblað til kærur til Ankenævnet for Forsikring finnur tú her

  • Tú kanst eisini kæra elektroniskt her

Ankenævnet for Forsikring viðgerð bert kærur yvir egnar privatar tryggingar, og akfarstryggingar (sjálvt um talan er um vinnuakfør). Ein treyt fyri at Ankenævnet for Forsikring tekur ímóti kæruni er, at semja er roynd við tryggingarfelagið áðrenn.

Eitt kærugjald á 200,00 kr. (2017) verður kravt. Gjaldið verður goldið tær aftur, um tú fært fult ella lutvíst viðhald í kæruni.





Tað við smáðum

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

358 100