Prísur, fulnaður, góðska

Eins og vit kenna tað frá so mongum øðrum viðurskiftum, so kunnu vit samantvinna prís og góðsku, eisini tá vit tosa um tryggingar.
Tryggingarnar hjá Trygd hava ein góðan fulnað, og tú kanst vænta tær eina góða tænastu frá Trygd, sama um tú vendir tær til okkara í sambandi við stovnan av trygging ella við eini skaðafráboðan. Okkara tryggingargjøld eru hóskandi í mun til fulnaðin og tænastustøðið, sum vit veita, og fyri okkum koma kundin, fulnaðurin og tænastan altíð í fremstu røð.
Iðranarrættur
Tú hevur eisini møguleika at angra keypið av privatum tryggingum. Angringarfreistin er 14 dagar, og er galdandi frá tí degi, vit fáa játtan um, at tikið verður av tilboðnum frá okkum. Gongur freistin út ein halgidag, leygardag, sunnudag, grundlógardag, jólaaftan ella nýggjársdag, verður freistin longd til næsta gerandisdag.
Um tú ynskir at angra keypið av tryggingini, skalt tú boða okkum skrivliga frá hesum, áðrenn freistin gongur út.
Lægri prísir og betri fulnaðir
-
Síðani Trygd kom á tryggingarmarknaðin, eru tryggingargjøldini lækkað munandi, og fulnaðurin fyri tryggingarnar er vorðin munandi betri. Hetta var neyvan hent, um Trygd ikki var komið á marknaðin.