Stuðul

Soleiðis kanst tú søkja um stuðul frá Trygd
Í Trygd arbeiða vit altíð sambært okkara virðisgrundarlagi: dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Tí velja vit eisini at lata stuðul til ymisk endamál, um hetta verður mett at hóska til okkara virði.
Vit fáa á hvørjum ári eina rúgvu av áhugaverdum stuðulsumsóknum, og vit ynskja sum felag eisini at skapa møguleikar innan t.d. ítrótt, mentan og onnur átøk kring landið.
Tað er tó ikki møguligt at stuðla øllum, og tí mugu vit avmarka okkum, tá ið vit viðgera stuðulsumsóknir.
Skrivlig umsókn
Ætlar tú at søkja um stuðul, skalt tú senda okkum eina skrivliga umsókn við telduposti, har greitt verður frá:
-
Hvat stuðul verður søktur til
-
Hvørja upphædd søkt verður um
-
Hvat upphæddin skal brúkast til
-
Hví mett verður, at Trygd skal lata stuðul
Hesum stuðla vit ikki
-
Fløgu- og bókaútgávum
-
Námsferðum / Uttanlandsferðum
-
Rakstur
-
Átøkum, ið ikki verða hildin í Føroyum
-
Kommunalum ella almennum tiltøkum/átøkum
Trygd hevur m.a. stuðlað hesum
-
H71
-
Menningarsambandinum fyri Kurvabólt
-
Tvøroyrar Bóltfelag
-
Summarfestivalinum
-
Team Rynkeby
-
Havnar Bjargingarfelag
-
Havnar Svimjifelag
-
Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag
-
Gretu Svabo Bech
-
Skrivarastovu Fish and Film
-
Róðrarfelaginum Knørri
-
Stranda ítróttarfelag
-
Tú og eg ráðgevingini
-
Í menniskjum góður tokki
-
Innsavning til Krabbameinsfelagið
Søk í góðari tíð
Vit viðgera umsóknir 4 ferðir árliga.
- Næsta viðgerð verður 5. mai 2022
- Umsóknin skal sendast til studul@trygd.fo
- Umsóknin skal merkjast "Umsókn um stuðul"
- Minst til at skriva navn, teldupostbústað og telefonnummar hjá umsøkjaranum.