Vit kenna tað óivað øll - ferðin er bíløgd og øll gleða seg at fara avstað. Sól, summar og nýggjar upplivingar bíða úti í stóru verð. Men so hendir óhappið - ein í ferðalagnum gerst sjúkur, og ferðin má brótast av, ella avlýsast áðrenn fráferð.
Í tílíkum førum er gott at hava eina ferðatrygging og/ella avboðstrygging, men tíverri eru dømir um fólk, sum eru ov illa tryggjaði bæði áðrenn og aftaná fráferð.
Hetta hevur Trygd broytt. Okkara Ársferðatrygging fevnir um Evropa ella Allan Heim og inniheldur altíð Avboðstrygging.
-Vit hava fleiri ferðir upplivað, at okkara kundar gloyma eitt nú at tekna sær eina avboðstrygging, tá tey fara at ferðast. Hetta kann hava óhepnar fylgir fyri hesi fólkini, um tey ikki sleppa avstað vegna eitt nú sjúku í familjuni, sigur Janus Thomsen frá Trygd. Hetta er beinleiðis orsøkin til, at Trygd hevur broytt sína Ársferðatrygging, soleiðis at Avboðstryggingin nú altíð er partur av hesi trygging.
Ein Avboðstrygging veitir tær endurgjald, um ferðin má avlýsast orsakað av m.a. sjúku hjá tær sjálvum ella hjá nærmastu familju. Avboðstryggingin veitir eisini endurgjald um eitt tiltak, tú hevur keypt ferðaseðil og atgongumerki til, verður avlýst. Eisini fært tú endurgjald, um tú verður uppsagdur ella eldur/innbrot er í tínum privata bústaði beint frammanundan fráferð.
Trygd roynir við hesum at gera Ferðatryggingina so einfalda sum møguligt, so kundin ikki dettur millum tveir stólar, um t.d. bert ferðatrygging er teknað og ikki avboðstrygging.
Samstundis hevur Trygd broytt økini, sum mann kann velja at tekna ferðatrygging fyri. Hesi eru broytt frá trimum niður í tvey øki - Evropa og Allur Heimurin (Noðurlond og Evropa eru løgd saman í eitt øki).
- Eisini her hava vit sæð, at kundar, ið ferðast í Danmark við bili, eru farnir ein biltúr til Týsklands. Um skaðin hendir, meðan tey eru í Týsklandi, og tey bert hava ferðatrygging, ið fevnir um Norðurlond, er ongin dekningur fyri skaðan. Hetta mettu vit eisini vera sera óheppið hjá okkara kundum, og hava vit eisini gjørt tað einfaldari fyri kundan á hesum øki. Nú veit kundin, at hevur hann Ársferðatrygging hjá Trygd, so er ferðatrygging og avboðstrygging galdandi í minsta lagi í øllum Evropa, leggur Janus Thomsen afturat.
Umframt hesar broytingar, hevur Trygd eisini gjørt hópin av øðrum betringum á Ársferðatryggingini. Betringar, sum kundarnir koma at merkja beinanvegin, tí nýggju treytirnar eru settar í gildi fyri tær gomlu.
Ársferðatrygd er ein tilvalsfulnaður til Familjutryggingina hjá Trygd.
Trygd ynskir øllum sínum viðskiftafólkum eina góða og skaðafríða summarferiu.
• Minst til, at fert tú at ferðast, so tekna tær eina Ferðatryggingin. Ársferðatryggingin hjá Trygd hevur innbygda Avboðstrygging, so ikki er neyðugt at hugsa um hetta eisini.
• Ársferðatryggingin veitir endurgjald fyri skaðar á ferðini, t.d. læknaviðgerð, sjúkrahúsinnlegging, neyðugan heilivág, heimflutning, ferðaslit, kreppuhjálp og mistar ferðadagar.
• Avboðstryggingin fevnir um tann kostnað, tú ikki kanst fáa endurrindaðan, um tú, orsakað av ávísum orsøkum, ikki kanst fara ætlaðu ferðina.
• Minst til at kanna eftir, at tryggingin umfatar tað økið, ferðast verður til.
• Minst til passið og gjaldskortið.
• Minst til appelsingula tryggingarkortið frá Trygd.
• Um tú ferðast við bili – minst so til tað grøna kortið. Er skrokktrygging teknað fyri bilin, so skalt tú hava tað reyða kortið við á ferðini.
• Kannað eftir um visum og/ella vaccinatiónir eru neyðugar.
• Minst til at boða Trygd frá, um tú hevur eina varandi (kroniska) ella verandi sjúku, sum ikki hevur verið støðug seinastu 2 mánaðirnar.
•Okkurt er ið bendir á, at minni stuldur er av viðføri, har okkurt litríkt er bundið fast í taskuna.
•Verður nakað stolið frá tær, so minst til at melda stuldurin til løgregluna á staðnum og hav váttan fyri hetta við tær heim.
•Kanna eftir hvussu leingi títt pass er í gildi. Summi lond hava serlig krøv til, hvussu leingi passið skal vera í gildi, eftir at ein er komin heim frá ferðini.