27.05.2016 Trygd tryggjar sjálvboðin bjargingarfólk


Í gjár skrivaðu Trygd og Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg (LFB) undir tryggingaravtalu, sum ber við sær, at sjálvbodnir bjargarar nú hava fingið nøktandi trygging. 

Janus Thomsen, stjóri í Trygd og Regin Jespersen, formaður í LFB.

Sjálvbodna bjargingararbeiðið hjá bjargingarfeløgunum varð niðurlagt í november í 2015 vegna ósemju um tryggingarviðurskiftini hjá sjálvbodnum bjargarum, og síðani hevur tilbúgvingin ikki verið nøktandi. Eitt nú hevur bjargingarbáturin LÍV ikki verið flotaður, og tískil hevur trygdin hjá fólki í frítíðarbáti ikki verið nøktandi.

Fyri kortum vendi LFB sær síðani til Trygd, sum eftir at hava mett um tørvin hjá felagnum og sjálvbodnu bjargarunum, nú hevur undirskrivað avtalu við LFB.

Sostatt kann týðandi sjálvbodna bjargingararbeiðið takast uppaftur, nú summarið av álvara er farið at nærkast, og nógvir føroyingar fara aftur í bátarnar. Avtalan við Trygd gevur sjálvbodnu bjargarunum eina nógv betri trygging enn áður, og tað eru partarnir væl nøgdir við.

”Í Trygd eru vit fegin um avtaluna við Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg, sum gevur sjálvbodnum bjargarum møguleika trygt at útinna tað týdningarmikla arbeiði í føroysku tilbúgvingini, sum vit øll kunnu fáa tørv á,” sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.

Við nýggju tryggingaravtaluni millum Trygd og LFB eru bjargingarfeløgini aftur tøk í tilbúgvingini og kunnu sostatt luttaka í leiting og bjarging á landi og sjógvi. Avtalan inniber m.a., at sjálvboðin bjargingarfólk, sum eru skrásett í einum bjargingarfelag, ikki missa inntøku, um tey fáa skaða og verða óarbeiðsfør í sambandi við bjargingararbeiði. Treytin fyri endurgjaldi er, at skadda bjargingarfólkið er fevnt av arbeiðsskaðatryggingarlógini.


   Trygd tryggjar sjálvboðin bjargingarfólk Aftur