21.11.2016 Broyttar tryggingartreytir


Tann 1. januar 2017 koma dagførdar tryggingartreytir í gildi: Prístalsjavningin fyri allar okkara tryggingar verður broytt, og eisini verða endurgjaldsupphæddir hækkaðar og sjálvsábyrgdin lækkað á útvaldum tryggingum.

 

 Hækkaðar endurgjaldsupphæddir og aðrir fyrimunir

  • Ársferðatrygd: Endurgjaldsupphæddir í Ársferðatrygd eru hækkaðar munandi, og hvør ferð kann nú vara upp til 60 dagar. Harumframt eru fleiri nýggir dekningar komnir afturat, sum eru til fyrimunar fyri teg. Les meira um Ársferðatrygd.

 

  • Tøkni- og Óhapstrygd: Endurgjaldsupphæddirnar í Tøkni- og Óhapstrygd eru hækkaðar munandi, og sjálvsábyrgdin er lækkað úr kr. 1.000 niður í kr. 500 fyri hvønn skaða. Les meira um Tøkni- og Óhapstrygd.

 

Bæði Ársferðatrygd og Tøkni- og Óhapstrygd eru ískoytistryggingar til Familjutrygd.

 

Broytt prístalsjavning

Prístalsjavningin av tryggingargjaldinum fyri allar okkara tryggingar verður frá 1. januar 2017 broytt soleiðis, at prísjavningin verður í minsta lagi 1 prosent árliga. Prísirnir verða framvegis javnaðir eftir brúkaraprístalinum hjá Hagstovu Føroya eina ferð um árið til høvuðsforfall á tryggingini. Hækkar brúkaraprístalið minni enn 1 prosent, verður gjaldið tó javnað við 1 prosenti.

 

Yvirlit yvir allar broytingar

Fullfíggjaða yvirlitið yvir allar broytingar, ið koma í gildi tann 1. januar 2017, finnur tú undir "Treytir" her.

 

Veitst tú, hvørjar tryggingar tú hevur?

Ivast tú í, hvørjar tryggingar tú hevur teknað, kanst tú brúka Kundaportalin, sum tú fært atgongd til her á heimasíðuni. Har fært tú yvirlit yvir allar tínar tryggingar, áður meldaðar skaðar og øll tryggingargjøld. Loyniorðið til Kundaportalin fært tú við at seta teg í samband við okkum.


   Broyttar tryggingartreytir Aftur