Flutningstrygd

Við flutningstrygd kanst tú tryggja góðsið í sambandi við skaða, sum hendir undir flutningi - bæði vinnuliga og privat.
Einstakar tryggingar og fastar avtalur
Til ber at tekna einstakar flutningstryggingar, tá eitthvørt skal flytast antin innanlands, til landið ella av landinum. Somuleiðis eru vit til reiðar at gera fasta avtalu um trygging av flutningi, sum er lagað eftir júst tykkara tørvi.
Mett verður um tryggingartørvin í hvørjum einstøkum føri, fyri at vit á tann hátt kunnu bjóða nøktandi trygging til einhvønn flutning.
Ráðgeving við støði í tykkara tørvi
Vit leggja altíð áherðslu á at veita góða og nágreiniliga ráðgeving, soleiðis at tú fært eitt greitt yvirlit yvir tínar tryggingarmøguleikar, og hvat tryggingin fevnir um. Tosa við okkum og fá eitt óbindandi prát um møguligar tryggingarmøguleikar.
Vit hjálpa tær at velja røttu tryggingarnar
-
Ring til okkara á 358100
-
Skriva til okkara á vinna@trygd.fo
-
Faldari um Vinnutrygd (verður dagførdur)
-
Fylg okkum á Facebook
-
Boða frá skaða her
- Fá eitt óbindandi tilboð