Netbankatrygd

Netbankatrygd verjir móti fíggjarligum missi, um tín fyritøka hevur verið fyri innbroti í netbankanum.
Tøkniliga menningin gongur skjótt og hevur við sær fleiri spennandi møguleikar fyri teg og tína fyritøku. Men samstundis gerst tað alsamt meira trupult at verja seg móti álopi frá teldusníkum. Tí hava vit eina trygging, ið kann hjálpa tykkum at dekka eitt møguligt innbrot í tykkara netbanka.
Tryggingin dekkar beinleiðis útreiðslur og staðfest tap á kontuni hjá tínari fyritøku, sum avleiðing av innbroti í netbankanum.
Hent at vita
-
Tryggingin dekkar eisini, um innbrotið hendir umvegis teldlar og fartelefonir.
-
Tað er ein treyt, at tín fyritøka hevur dagført og trygt KT-umhvørvið, við firewall og antivirus.
-
Tryggingin dekkar álop á føroyskar og danskar kontur, ið fyritøkur við føroyskum V-tali eiga.
-
Tryggingin verður teknað sum eitt ískoyti til eina galdandi leysafætrygging.
Rætta loysnin til tykkara tørv
Ring til okkara Vinnudeild á 35 81 00. So hjálpa vit tykkum at finna røttu tryggingarloysnina til tykkara tørv.