Produktábyrgd

Produktábyrgd veitir fulnað, tá ein vøra ella eitt arbeiði, sum ikki eru í lagi, eru atvold til skaða á fólk ella lutir, eftir at vøran ella arbeiðið er handað viðskiftafólki.
Nær veitir tryggingin fulnað?
-
Tá selt arbeiði ella seld vøra, sum ikki eru í lagi, eru atvold til skaða á lutir hjá viðskiftafólki.
-
Tá selt arbeiði ella seld vøra, sum ikki eru í lagi, eru atvold til skaða á fólk.
Hvussu verður skaðin endurgoldin?
-
Fulnaðurin fevnir um fíggjarlig krøv, sum kunnu verða áløgd virkinum ella starvsfólkunum, tí arbeiði ella vøra, sum ikki eru í lagi, eru atvold til skaða, eftir at tey eru handað viðskiftafólki.
Tí mæla vit til, at fyritøkur hava Produktábyrgdartrygd. Eisini eigur Viðgerðatrygd at verða umhugsað.
Ráðgeving við støði í tykkara tørvi
Ring til okkara Vinnudeild á 35 81 00. So hjálpa vit tykkum at finna røttu tryggingarloysnina til tykkara tørv.
Vit hjálpa tær at velja røttu tryggingarnar
-
Ring til okkara á 358100
-
Skriva til okkara á vinna@trygd.fo
-
Faldari um Vinnutrygd (verður dagførdur)
-
Fylg okkum á Facebook
-
Boða frá skaða her
- Fá eitt óbindandi tilboð