Rakstrartap

Ymiskar skaðahendingar kunnu ávirka umsetningin hjá virkinum.
Serliga skaðar í sambandi við eld og framleiðsluútgerð kunnu bera við sær, at framleiðslan verður darvað, ella at hon steðgar í eitt longri tíðarskeið.
Dømi um skaðar, sum kunnu ávirka umsetningin:
-
Eldur í bygningi
-
Eldur ella ravmagnsskaði á framleiðsluútgerð
-
Vatnskaði, sum stendst av útstreymandi vatni frá HVS- rørútbúnaði
Soleiðis verður skaðin endurgoldin:
-
Endurgjald fyri fíggjarligt tap, sum virkið fær orsakað av minking í umsetningi
-
Endurgjald fyri lønarútreiðslur, sum virkið er bundið av
-
Endurgjald fyri flutningsútreiðslur ella leigu av øðrum hølum
Tí mæla vit til, at øll virki í minsta lagi hava eina Rakstrartapstrygging. Eisini er tað skilagott at umhugsa eina Maskinrakstrartapstrygging.
Ráðgeving við støði í tykkara tørvi
Ring til okkara Vinnudeild á 35 81 00. So hjálpa vit tykkum at finna røttu tryggingarloysnina til tykkara tørv.
Vit hjálpa tær at velja røttu tryggingarnar
-
Ring til okkara á 358100
-
Skriva til okkara á vinna@trygd.fo
-
Faldari um Vinnutrygd (verður dagførdur)
-
Fylg okkum á Facebook
-
Boða frá skaða her
- Fá eitt óbindandi tilboð