Viðgerðartrygd

Viðgerðartrygd
Endamálið við Viðgerðartrygd er at tryggja tær og tínum starvsfólkum skjóta og góða viðgerð, um tit gerast sjúk ella fáa skaða. Somuleiðis slepst undan einari møguligari bíðirøð til viðgerðina.

Við Viðgerðartrygd sleppa starvsfólk til kanningar ella viðgerðar innan 10 arbeiðsdagar, eftir at skaðafráboðanin er góðkend. Skjóta viðgerðin økir um møguleikan fyri at sleppa skjótt aftur til vanliga gerandisdagin, arbeiðið og ítrivið.

Viðgerð á privatsjúkrahúsi

Tryggingarfelagið Gjensidige umsitur Viðgerðartrygd fyri Trygd. Í Gjensidige taka tey sær av at fáa tíð til tín á einum privatsjúkrahúsi, sum hevur serkunnleika innan viðkomandi skaða- ella sjúkuøki. Somuleiðis kann Gjensidige játta viðgerð á privatum viðgerðarstovni, eitt nú til fysioterapi.

Tú kanst velja, at tryggingin eisini fevnir um kostnaðin av flogferðaseðli úr Føroyum til Danmarkar og heim aftur. Hetta hevur ein eyka kostnað við sær.

Tekna Viðgerðartrygd

Ynskir tú at tekna Viðgerðatrygd, ella hevur tú spurningar um tryggingina, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tú kanst ringja til okkara á 35 81 00 ella skriva til okkara á trygd@trygd.fo.

Soleiðis kunnu sjúka og skaði fráboðast

  • Far til kommunulæknan eftir læknaváttan fyri skaðan ella sjúkuna

  • Fyll út eina skaðafráboðan á www.gjensidige.dk. Tú kanst eisini ringja+45 70 10 90 09 , har sjúkrarøktarfrøðingar kunnu hjálpa tær at fylla skaðafráboðanina út.

  • Um skaðafráboðanin verður góðkend, sleppur tú til eina kanning ella viðgerð innan 10 arbeiðsdagar.

  • Ein treyt fyri, at skaðafráboðanin kann verða góðkend, kann m.a. vera, at skaðin ella sjúkan hevur við sær eina munandi viknaða heilsustøðu, og at heilsustøðan skal batna við viðgerð. Allar skaðafráboðanir verða viðgjørdar eftir galdandi treytum hjá Gjensidige. Treytirnar finnur tú í høgra bredda.

Feilur í veðurdata