Virkisábyrgd

Virkisábyrgd
Virkisábyrgd veitir fulnað, um tað verður álagt tínum virki at gjalda endurgjald í sambandi við skaða á viðskiftafólk, starvsfólk ella onnur.

Dømi um skaðar, har Virkisábyrgd veitir endurgjald:

  • Skaði á lutir hjá viðskiftafólki meðan arbeitt verður

  • Um viðskiftafólk fáa skaða í sambandi við vitjan á virkinum

  • Skaði á onnur fólk, meðan arbeitt verður

Hvat verður endurgjald veitt fyri?

Fulnaðurin fevnir um fíggjarlig krøv, sum kunnu verða áløgd virkinum ella starvsfólkunum vegna skaða, sum virkið ella starvsfólk ábyrgjast fyri, og sum eru íkomin orsakað av virkseminum hjá virkinum. 

Tí mæla vit tykkum til at tekna Virkisábyrgdartrygd, soleiðis at eitt møguligt endurgjaldskrav ikki fær ov stórar fíggjarligar avleiðingar fyri virkið.

Ráðgeving við støði í tykkara tørvi

Ring til okkara Vinnudeild á 35 81 00. So hjálpa vit tykkum við at finna røttu tryggingarloysnina til tykkara tørv.

Vit hjálpa tær at velja røttu tryggingarnar