Sethúsatrygd

Heimið er tryggi karmurin um lívið hjá tær og familjuni, tí er tað umráðandi at hava røttu tryggingina.
Tú kanst vera óheppin og koma út fyri, at húsini fáa skaða, og tá er hent at hava eina sethúsatrygging.
Sethúsatrygd

Tryggingin dekkar m.a.

  • Vatnskaða
  • Stormskaða
  • Eldskaða

Hvussu roknar tú endurgjald

Tað er umráðandi, at húsini verða hildin við líka, og at neyðugar ábøtur verða gjørdar. Meginreglan er, at fult endurgjald verður rindað fyri lutir, um virðið á lutunum ikki er minkað við meira enn 30%.

Góð ráð

Um tú ert sethúsaeigari í einum øki, har sprongt verður, kunnu húsini hjá tær fáa skaða. 

Vit vilja mæla tær til at fara runt við telefon ella myndatóli og taka myndir av húsaveggjum innan og uttan, húsagrund, flisagólv, lofti, garði, úthúsum og øðrum á matrikklinum, sum kann vera í vanda, um óhappið skuldi rakt tína ogn. 

Í tíðarskeiðum, meðan sprongt verður, er umráðandi, at tú regluliga fert runt á ognini og kannar, um nakar skaði er hendir, so tú ítøkiliga kanst greiða frá, nær skaðin hendi.

Á tann hátt fært tú skalprógvað, hvørjum standi ognin var í, áðrenn skaðin hendi. 

Vit vilja fegin veita tær endurgjald fyri allar skaðar, sum eru fevndir av okkara tryggingum. Soleiðis skalt tú gera, um illa vil til, og húsini fáa skaða:

  • Send okkum eina skrivliga skaðafráboðan
  • Send okkum myndir av skadda bygningslutinum, sum eru tiknar, áðrenn skaðin hendi
  • Vís nágreiniliga á, nær spreingingin var. Hesar upplýsingar eru neyðugar, fyri at vit kunnu biðja um ristimátingar frá tí, sum stóð fyri spreingingini
  • Ger ikki umvælingar av skaðanum, fyrr enn vit hava sýnað hann

Skriva ella ring til okkara, um tú ivast í nøkrum. 

Tað við smáum

Aðrar viðkomandi tryggingar

Ognarskiftistrygd

Ognarskiftistrygd

Ognarskiftistrygd tryggar seljara og keypara móti ókendum skaðum ella brekum, sum kunnu vísa seg á ognini

Tøknitrygd og Óhapstrygd

Óhapstrygd

Óhapstrygd veitir endurjald fyri allar bráðkomnar skaðar á ávíst innbúgv, sum til dømis um tú missir ein lut og hann brotnar, eitt nú fartelefonir, teldlar, stell, klæðir við meira.

Sethúsatrygd og Vistartrygd

Vistartrygd

Vistartrygd er gjørd serliga til tín, ið leigar bústaðin út gjøgnum AirBnb ella aðrar útleiguportalar.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara

358 100

Send teldubræv