Vinna

Tryggingar
til vinnulívið

Vit tryggja fyritøkur, framleiðslu og flutning, og hjá okkum kanst tú tekna allar vanligar tryggingar til fyritøkuna. Okkara ráðgevar kunnu geva tær skjótt og greitt svar um, hvørt tín fyritøka er rætt tryggjað og til rættan prís. Tað kostar einki at spyrja seg fyri, men tað kann gerast dýrt, um tú letur vera.  
Fá tilboð

Vit hjálpa tær at velja røttu tryggingarnar

image

Virkisábyrgd

Tryggingin fevnir um endurgjald, sum verður álagt virkinum at gjalda í sambandi við skaða hjá ella á viðskiftafólk, starvsfólk ella triðja persón. Les meira.

Leysafæ

Tryggja maskinur, amboð, útgerð, vørur og innbúgv móti brunaskaða, stormskaða, vatnskaða, stuldri o.ø. Les meira.

Vinnuferðatrygd

Tryggingin fevnir um vinnuferðina og veitir m.a. endurgjald í sambandi við ferðaavbrot, seinkaða ferð, seinkað viðføri, sjúku og viðgerð. Les meira

image

Produktábyrgd

Tryggingin fevnir um endurgjald, sum verður álagt virkinum at gjalda í sambandi við skaða hjá ella á viðskiftafólk, starvsfólk ella triðja persón. Les meira.

Arbeiðsskaðatrygd

Hevur tú fólk í arbeiði, er tað lógarkrav, at tú tryggjar tey - eisini um tey ikki fáa løn útgoldna frá tær. Les meira.

Flutningstrygd

Tryggja góðsið í sambandi við skaða, sum hendir undir flutningi. Les meira.

image

Akfør

Persónbilar, vørubilar, lastbilar, arbeiðsmaskinur og traktorar, sum verða brúkt við vinnuligum endamáli kunnu tryggjast, so endurgjald fæst í sambandi við ymisk sløg av skaðum. Les meira

Bilhjálp

Tryggingin fevnir um nærum alla bilhjálp, t.d. útreiðslur til kranabil, veghjálp, hjálp til at seta bilin í gongd og tílíkt í sambandi við ferðsluóhapp, um bilurin er koyrdur fastur, hevur motorsteðg o.a. 

Arbeiðsmaskinur

Hevur tín fyritøka eitt nú kranar, rennugravarar, trukkar, trailarar ella lytur, kanst tú tryggja hesar arbeiðsmaskinur í sambandi við ferðsluóhapp, skaða, stuldur, ella um maskinan ger skaða á persónar ella lutir. Les meira.

Skifta til Trygd? Vit hjálpa tær

Ynskir tú at skifta til Trygd, avgreiða vit alt í sambandi við skiftið fyri teg. Útfyll teigarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við teg og avtala nærri.

Tú ert eisini altíð vælkomin at støkka inn á gólvið hjá okkum á Oknarvegi 5 í Havn ella á deildunum hjá BankNordik og Norðoya Sparikassa kring landið.